Átta pensjoneraðir offiserar eru í Kili dømdir til 15 ára fongsul fyri at hava dripið sangarin Victor Jara í 1973.
Teir átta sum eru dømdir til 15 ára fongsul eru eisini dømdir 3 ára fongsul afturat fyri at hava burturflutt Jara og fongsulsstjóran Quiroga. Ein offiserur afturat hevur fingið fimm ára fongsul fyri viðvirkan til drápini, umfram tveir mánaðir fyri viðvirkan til burturflytingina.
Jara var ein av landsins bestu sangarum, og sigst hava hugkveikt bæði U2 og Bob Dylan, og í 2013 heiðraði Bruce Springsteen Jara undir eini konsert í Santiago.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo