Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Paula Danielsen gjørdist nummar tvey í heimsmeistaraskapinum í karaoke, sum varð hildið á Azzura Beach Club í Singapore nú síðst í november.

Karaoke verður aðrastaðni mett sum eitt stig á leiðini til eina yrkisleið innan tónleik, og er ikki ólíkt X-Factor-kappingunum. Eini 40 lond kappast í toppinum.

Paula rendi seg mitt í 50 ára sjálvstýrishaldið hjá Singapore, hevði eitt heilt ótrúligt upplivilsi, og sjálv kappingin var eisini sera spennandi, tí stutt var millum Paulu og kanadiska vinnaran.

Tað er Karaoke Føroyar, sum skipar fyri. Nevnast kann, at í løtuni arbeiðir felagið saman við Reinsarínum við einum hugnakvøldi og konsert við Paulu Danielsen í január. Meira um hetta seinni.

Í gjár vitjaði Paula inni á Ráðhúsinum at takka fyri stuðulin til luttøkua í Singapore.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo