Ger tína skyldu og krev tín rætt. Í hasi raðfylgjuni!
- Mette Frederiksen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Eftir at umleið 30 fólk fingu bót í Gundadali leygardagin í farnu viku, er ivi sáddur um avgerðina at lýsa Gundadal sum parkeringssonu, har tað bert er loyvt at parkera innanfyri teir avmerktu parkeringsbásarnar.

Avgerðin um at lýsa Gundadal sum parkeringssonu varð upprunaliga tikin í ferðslunevndini í 2016, men av røttum átti avgerðin at verið tikin í teknisku nevnd undir Tórshavnar býráð, og sostatt er avgerðin ikki staðfest í teknisku nevnd, sum hon av røttum eigur.

Við hesum er ivi sáddur um avgerðina og tey átøk, ið eru sett í verk í Gundadali. Ætlanin er tískil at leggja málið fyri teknisku nevnd til viðgerðar á fyrstkomandi fundi.

Tórshavnar kommuna hevur í dag verið í sambandi við politiið, sum umsitur ferðslulógina og tey parkeringsforboð, sum eru sett í verk í Gundadali. Á fundi í komandi viku fer kommunan at viðgera átøkini, ið eru sett í verk í Gundadali og tær bøtur, ið eru skrivaðar í økinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo