Bryggjaríið Okkara á Velbastað er stongt og starvsfólkini send til hús, tað sigur Kringvarpið.
Men Atli Mikkelsen, nú fyrrverandi stjóri í Okkara, sigur, at tað er ikki rætt og heldur ikki allur sannleikin.
- Eg havi onga viðmerking, vit koma við einum tíðindaskrivi um hetta í morgin, sigur hann.
Sambært fráboðan sum Skráseting Føroya hevur kunngjørt í dag, so er Atli Mikkelsen nú farin frá sum stjóri og Einar Waag er komin inn. Samstundis er Hans Andrias Midjord farin frá sum nevndarformaður og Annika Waag er komin inn sum forkvinna.
Føroya Bjór keypti Okkara í juni 2020.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo