Tað vóru sorgarboð hjá okkum øllum, tá vit 25. apríl í fjør frættu at vinur og tónleikaligi leiðari okkara, Ove Olsen, var farin um sýn.
Hóast hann hevði vánaliga heilsu leingi, kendist tað tómligt í orkestrinum, sum hann stjórnaði í 44 ár og var partur av í meira enn 56 ár.
Føroyski tónleikaheimurin misti hendan dagin ein av sínum oddamonnum, sum ikki bara stjórnaði Havnar Hornorkestri, men eisini ferðaðist kring landi at hjálpa fleiri hornorkestrum tá á stóð.
Hjá okkum í orkestrinum hevur deyði hansara skapt eitt tómrúm, hóast Ove ikki hevði stjórnað orkestrinum í nøkur ár. Hann var leiðari í orkestrinum, men ikki minst vinur hjá hvørjum einstøkum leikara. Hann hevði evnini at savna, stuðla og leiða fleiri leikarar uttan at gera nógv burturúr sær sjálvum.
Øll í orkestrinum kendu seg væl saman við honum, tí hann hevði evni at stjórna bæði úrmælingum og leikfólkum eins og ungum og gomlum, øllum í senn.
Ove Olsen varð føddur í 1952 í Fuglafirði, men familjan flutti til Havnar, tá Ove var um 7 ára aldur. Foreldrini vóru Ólavur Olsen (f. 1923 - d. 2008) úr Fuglafirði og Oda Gaard Olsen (f. Gaard Hansen. f. 1924 - d. 2019) úr Havn. Ove Olsen varð giftur Elsebeth Sørensen úr Klaksík. Saman høvdu tey børnini Lindu, Ólav og Líggjas.
Ove var miðlingur. Bæði eldri beiggin, Heri Olsen, og hin yngri, Kári Olsen, hava eisini verið trúgvir spælarar í Havnar Hornorkestri. Og tað var júst við beiggjanum, Hera, at Ove í 1962 sum 9 ára gamal byrjaði at spæla baryton hjá Robert (Bob) Oughton, sum stóð á odda fyri Havnar Hornorkestri tá.
Ein av leikarunum í orkestrinum hevði ringt til foreldrini hjá Ova og Hera at vita, um teir ikki høvdu hug at spæla við. Abbi teirra, Óla Jákup í Horni, hevði verið ímillum fyrstu leikarar í orkestrinum og stjórnaði sjálvur tá orkestrið varð stovnað í 1903.
Tað var helst tí at hornorkestur hevði djúpar røtur í familjuni, at dyrgt var eftir Ova og beiggjanum at fáa teir í orkestrið. Og tað er gott at teir játtaðu.
Seinni hava synir hjá øllum trimum brøðrunum spælt í orkestrinum og nomið sær útbúgving innan horntónleik. “Olsen bandin”, sum tað onkuntíð verður sagt í skemti, er fyri mong í Havnini at kalla samheiti við Havnar Hornorkestur.
At evnini hjá Ova vóru góð, var beinavegin klárt. Ove var framúr leikari á Baryton og seinni Euphonium, men fór longu at stjórna tá hann var 22 ára gamal, eftir at Ludvig Breckmann, sum hevði staðið á odda fyri orkestrinum doyði í 1974.
Eftir at orkestrið í nøkur ár hevði fingið ymsar bretskar úrmælingar til Føroya at stjórna í eina tíð, varð avgerð tikin um, at Ove skuldi taka yvir sum leiðari í orkestrinum fast.
Í teimum 44 árunum, sum hann stóð á odda, fostraði orkestrið fleiri úrmælingar, vann evropameistarakapping fyri hornorkestur, og støðið var sum heild lyft nógv.
Men sum Ove greiddi frá í samrøðu við Dimmalætting, tá orkestrið helt heiðurskonsert fyri honum í 2018 og Ove varð “Dirigentus Emeritus” í orkestrinum, gjørdi hann bara tað, sum honum dámdi. Hann kravdi ongan heiður fyri arbeiðið, hóast hann væl og virðiliga hevði uppiborðið hann.
Altíð var hann lítilátin, gjørdi lítið burturúr sær sjálvum og legði stóran dent á heildina. Øll skuldu kunna verða við.
Í somu samrøðu greiddi hann eisini frá tí serliga, at orkestrið hevði so gott samanhald, hóast tað spenti vítt í aldri.
“Tað, sum er serligt í Havnar Hornorkestri, er júst, at aldursmunurin á yngsta og elsta spælaranum er so stórur, men at trivnaðurin er so góður sum hann er”, greiddi hann frá.
Vit í orkestrinum vistu, at hann sjálvur átti sín stóra lut í hesum samanhaldi. Hann tosaði altíð við øll í eygnahædd og dugdi væl at finna røttu javnvágina ímillum gaman og álvara.
Og ofta tók hann til bretska orðafelli: “Once a bandsman, always a bandsman.” Hann lat okkum vita, at nú vit vóru í orkestrinum, vórðu vit partur av einari óbrótiligari pakt: vit fóru altíð at vera partur av hesum samanhaldi. Vit fóru altíð at vera orkesturfólk, um enn vit góvust at spæla.
Hóast Ove ikki hevði nakra formliga útbúgving innan tónleik, var hansara styrki, at hann visti alt um tónleik.
Hann lurtaði eftir øllum tónleiki, las nógv um evnið, ikki minst tá hann arbeiddi í Útvarpinum, har hann eisini hevði ábyrgdina av tónleikinum í eitt tíðarskeið.
Onkur av teimum útbúgvnu tónleikarunum við tilknýti til orkestrið hevur sagt, at júst djúpa vitanin hjá Ova um tónleik gjørdi tey ovfarin.
Talan var um vitan sum lívsverk: Vitan sum ein bara far við at dyrka eitt evni alt lívið. Og so hjálpti tað at hann hevði ótrúligt minni.
Við hesum orðum vilja vit í Havnar Hornorkestri lýsa minnið um Ova Olsen, leiðara og vin.
Ongin var sum tú.
Men hóast tómrúmið eftir tær er stórt, livir tú víðari í hvørjum einstøkum leikara, sum var so heldigur at spæla undir tíni leiðslu.
Og hvørja ferð orkestrið ljómar, eigur tú lut í tónunum.
Tí hóast tú ert farin, liggur øll vitanin, sum tú gav víðari, eftir í okkum.
Fá menniskju hava savnað so nógv ymisk um tónleikin sum tú, Ove.
Havnar Hornorkestur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo