Aftur í ár verður tað ein av teimum heilt stóru innan nýggjan elektroniskan popp, sum fer at pumpa lív í fjøldina á Voxbotn 2016. Fyriskipararnir av Voxbotn avdúka í dag, at Otto Knows verður eitt av høvuðsnøvnunum á ársins konserdegi, sum verður í Vágsbotni 25. juni.
Otto Knows er nokk ein av kendastu og heitastu DJ’arunum í løtuni og er frá somu fabrikk sum John Martin, Alesso, Avicii og Swedish House Mafia.
Otto Knows bleiv heimskendur í 2012 við lagnum Million Voices, sum hittaði kring dansigólvini í Europa.
Í fjør gav hann út nógv spælda lagið Next to me og tað nýggjasta frá Otto Knows er lagið Dying for you, sum hittar í løtuni. Hann hevur eisini endurgjørt eina rúgvu av løgum sum t.d. Can’t Stop Drinking About You hjá Bebe Rexha og Something New hjá Axwell & Ingrosso.
Otto Knows hevur seinnu árini verið fastur gestur á Tomorrowland, sum er heimsins størsti elektroniski festivalur, og í summar verður hann eitt av stóru nøvnunum á stóra danska festivalinum Tinderbox. Nú fáa so allir dansiglaðir føroyingar møguleika at uppliva Otto Knows í Vágsbotni, har hann fer at seta lív í. Og tað er eingin ivi um, at hetta er ein harri, ið kann fáa fjøldina á kók eins og John Martin gjørdi í fjør.
Umframt Otto Knows, hava fyriskipararnir longu kunngjørt, at Danny & The Veetos, Punjab og Starship við Mickey Thomas og Stephanie Calvert eisini fara at luttaka á Voxbotn 2016. Komandi tíðina verða enn fleiri føroysk og útlendsk nøvn avdúkaði.
Tað hevur verið útselt til Voxbotn øll árini - seinast fleiri vikur áðrenn Voxbotn byrjaði. Og eftir forsøluni at døma higartil verður væntað, at Voxbotn 2016 eisini verður útselt langt áðrenn tiltakið byrjar.
Atgongumerki í forsølu til Voxbotn 2016 fáast í Fast-handlunum kring landið, Kunningarstovuni í Havn, Expert í SMS og á ebillett.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo