Mikudagin 11. juli kl 19.30 verður høvi at hoyra føroyingin Julian Rasmussen spæla á orglið í Havnar kirkju.
Julian hevur tónleikaútbúgving sum urguleikari fá konservatroiinum í Aalborg og starvast til dagliga sum urguleikari í kirkjuni í Nibe.
Nú hann er í Føroyum fer hann at spæla í Havnar kirkju væl blandaðan orgultónleik úr Norðurevropu við verkum av Mendelssohn, Bach, Wammes og Takle.
Av Bach spælir hann ta víðagitnu cembalokonsertina hjá J.S. Bach í italienskum stíli útsett fyri orgul.
Øll eru hjartaliga vælkomin til konsertina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo