Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Herfyri varð eitt tilmæli samtykt av Eldranevndini, eftir áheitan frá umsitingini í Tórshavnar Kommunu, at hjálparfólkini ið starvast í Heimatænastuni, skuldu taka sær av reingerðini, umframt teirra vanliga starvi sum røktarstarvsfólk.

Hetta fór ikki ótalað framvið hjá Heilsuhjálparafelagnum. Málið bleiv sostatt beint aftur í nevnd til nýggja viðgerð og har bleiv einmælt samtykt í Eldranevndini, at limirnir í Heilsuhjálparafelagnum, ikki skulu taka sær av reingerðini. Eg vil fegin takka tykkum øllum av hjartað, fyri at tit lurtaðu og ikki tvingaðu nakað ígjøgnum, sum hvørki fakfelagið ella limirnir kundu góðtaka.

Tað skal ofta eitt øgiligt lobbyarbeiði til, at fáa broytt eina politiska avgerð, tá tað so eydnast, er kenslan fantastisk.

Vit stóðu saman, felag, álitisfólk og starvsfólk, um hetta álvarsmál.

Eg fari at takka Anniku Olsen, býráðslimi og lim í Eldranevndini,  fyri hennara ótroyttiliga stríð í hesum málinum. Uttan hennara hjálp, komu vit ikki á mál.  Takk til forkvinnuna, Kristiannu Winther Poulsen og tykkum øll í Eldranevndini, sum tóku ta røttu avgerðina. Takk fyri at tit lurtaðu! Eg eri sera takksom.

Vinarliga
Mary Antonsdóttir, forkvinna
Heilsuhjálparafelag Føroya

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo