Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Óhugnaligt at síggja hvussu hesir ymsu koma krúpandi úr myrkaskotunum í hesum tíðum. Flestu í góðum almennum størvum - í Havn. Í 50 ár hava vit sæð framburðin stórur partur av Føroyum fingu við brúnni um streymin saman við Norðskálatunnlinum. Hetta var ein risa íløga, men einki ferðagjald, og eingin talaði at.

Vágatunnilin var í síni tíð skýrdur at vera hol í høvdið og burtur úr vón og vitið – til hann brádliga var útgoldin við ferðagjaldið. Tað sama við Norðoyatunnlinum. Sólskinssøgur!

Tí mátti Eysturoyartunnilin gerast. Hann fór eisini at vera ein sólskinsøga, og eingin talaði at.

Hví stjórin í Landsverk, ið vónandi er fyri allar Føroyar Sigurd Lamhauge, nú skal finnast at, at tollmúrarnir skulu burtur skilji eg ikki.

Síðani 8. februar til 5. novembur í 2021 hevur tú, Sigurd Lamhauge, fagnað heili 5 tunnlum, ella yvir 1 mia. krónur í nýggjum tunnlum. Tunnlar ið ikki skulu fíggjast við ferðagjøldum. Kanst tú upplýsa hvussu nógv viðlíkahaldsjáttanin hjá Landsverk er økt við hesum 5 tunnlunum, síðani tú ikki kendi trongd, at átala dagføringarkostnaðin fyrr enn nú?

8. februar 2021 bjóðaði tú tunnlunum norð um fjall vælkomar. Yvir 500 milliónir!

8. mai 2021 frøddist tú um at tey 600 fólkini í Hvalba nú høvdu tveir tunnlar. Fleiri enn 270 milliónir!

28. oktobur 2021 fekk tú sum stjóri á Landsverk at vita at tunnilin til tey 80 fólkini í Fámijen var samtyktur. Hvørja viðmerking hevði tú um hesa íløgu à hálvatriðu millión upp á fólki?

5. novembur frøddist tú um tunnil til tey knapt 40 fólkini í Dali. Kostnaðurin er ókendur, neyvan niðanfyri tríggjar mió. à fólki!

Bara tunnlarnir norð um fjall eru dýrari enn Norðoyatunnilin. Hvalbiartunnilin dýrari enn Vágatunnilin. Her vera eingi ferðagjøld kravd. Hví talaði tú ikki at tá, og hví er tað so umráðandi at tala at nú?

Eysturoyartunnilin fær 50 mió. á fíggjarlógini hvørt ár. Smyril helst nakað tað sama kanska fleiri. Eins og øll skipini hjá SSL eru fíggjaði yvir fíggjarlógina, tí einki av teimum hevður eitt ferðagjald ið ber kostnaðin av rakstrinum.

Tú metur samlaða viðlíkahaldskostnaðin fyri Vága-, og Norðoyatunnilin vera 30 mió. um ári. Tað má tað sigast at vera væl sloppið, tað er bert 15 mió. fyri hvønn tunnil.

Tað eru yvir 20 tunnlar í Føroyum, teir flestu uttan ferðagjald. Hesir vera eisini dagførdir. Tað kallast samhaldsfestið.

Burdi tú sum stjóri í Landsverk ikki fegnast yvir ein og hvønn tunnil, ið legst til veganetið hjá Landsverk?

Sólbjørn Kjærbæk

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo