Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Hósdagin 3. novembur fyllir Óla Hans Johannessen 70 ár.

Tað kennist sindur løgið at skriva eina heilsan til pápa, nú hann rundar tey 70árini, tí hóast tað er ein markasteinur og at tíðini á arbeiðsmarknaðinum lækkar móti endanum, so er ikki nógv ið bendar á at pápi gevst at arbeiða.

Pápi er yngstur av trimum systkjum, elst er Oluffa Durhuus 77, síðani Jonna Bjartalíð 74 og síðani pápi 70. Tey eru uppvaksin, fyrst heima í Kunoy, Suðuri í Húsi, áðrenn tey fluttu inn til Klaksvíkar, har tey fyrst búðu norðuri á Kósini, síðani á Stongunum hjá Fjallheim, og úti á Selheygg har Jonna býr ídag, áðrenn tey fluttu niðan í Gerðar. Foreldrini vóru Klávus Johannessen (nevndur Klávus úr Kunoy, hóast ættaður av Gørðum á Húsum) og Andrea Johannessen úr Kunoy, ættað úr Innarustovu.

Sum ungur fór pápi í læru á bedingini, áðrenn hann fór at læra til maskinmeistara. Nógvu árini eftir hetta sigldi hann úti í heimi, men eina mest hjá A.P.Møller Mærsk, har hann var í tveimum umførum.
Tað sum eyðkennir pápa er, at hann er bráður á lyndi og fær tingini avgreidd. Tað var onkuntíð flent at tí, at onkur var einaferð komin í smiðjuna, har pápi var arbeiðsleiðari, og onkur spurdi so eftir Óla Hans. Viðkomandi var skjótur at svara: Hoyrir tú hann? Nei, svaraði hin. Nei, so er Óla Hans ikki her.

Pápi giftist nýggarsaftan 1971 við mammu okkara Ingrid Johannessen, dóttir Óla og Fíu Matras, og fingu tey, tríggjar synir: Jógvan 45, Finn 38 og Andrias 33. Tey bygdu og búsettust í Geilini, har tey í góðum grannalagið búðu í nógv ár, til tey valdu at fáa sær minni hús, og soleiðis fluttu oman á Heygavegin at búgva.

Nú pápi rundar tey 70árini, fari at takka tær fyri alt, tú sum pápi ert fyri meg og okkum øll. Títt hjálpsama lyndi, títt bráfýsni og virkishugur er nakað vit dreingirnir á ein hvønn hátt eru sera glaðir um, og at tú altíð ert har fyri okkum.

Tá ið eg sum smádrongur leikti við KÍ plagdi tú at ferðast við okkum, og hava sodavatn ella okkurt við til alt liðið, og mangur drongur minnist hvussu íðin tú vart við síðulinjuna.

Tín partur í KFUM & K í Klaksvík liggur ikki eftir, hetta er títt andaliga heim, og her hevur tú eisini givið okkum ein lívsføring, sum vit enn kunnu byggja á og gleðast um. Er kavi so skumpar tú her, er tað hált so saltar tú, skalt okkurt gerast so ert tú klárur, og savnar eisini hópin av fólki rundan um teg. Takk fyri hetta pápi, og vit eru errnir at eiga ein so virkisfúsnan og dugnaliga pápa.

Eisini í bróðurringinum á havinum, hevur tú verið virkin og ert tað enn, og júst hetta hevur tú lagt í okkum dreingirnar, at halda fast, stríðast og virka fyri tí, sum gott og gevandi er.

Ein kann heldur ikki koma uttanum, at fyri KÍ hevur tú altíð verið glaður og spentur. Til heimadystur ert tú altíð at finna uppi á trappuni hjá Tummas Thomsen, saman við nøkrum føstum viðhaldsmonnum, eins og at tú sunnumorgnar hevur rudda mál og annað út, soleiðis at leikandi er á Djúpumýru.

Eitt serligt hjarta hevur tú fyri abbabørnunum, bæði í Mikladali og her í Suðuroynni. Altíð klárur at veita eina hond, ganga ein túr, koyra og heinta, umframt at tú dugir at seta teg at práta við tey.Tey eru øll sera glað, og errin um at eiga ein abba sum júst teg. Tey eru nú 7 í tali, úr 19 og niður í 4 mánaðir, hin yngsta sum eitur Hanna er uppkalla eftir tær.

Vit ynskja tær hjartaliga til lukku við 70árunum og Jesus signi teg.

Synirnir við familju, Jógvan, Finn og Andrias

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo