Tónleikurin fyllir ómetaliga nógv hjá Sissal Grækarisdóttir Magnussen.
Hon er 26 ára gomul, hevur verið við í sangleikum sum Jesus Christ Superstar, Sangur í mjørka og Rósa Maria, og so hevur hon seinastu fýra árini havt egnan bólk.
Nú royna tey at savna inn pening til at spæla inn løg, áðrenn fleiri í bólkinum fara av landinum.
Ein máti at gera tað uppá, var at hava eina ókeypis konsert fyrr í vikuni - har fólk sjálvi kundu koyra pening í ein hatt.
Sissal vitjaði morgunsendingina við gittara sínum og spældi tvey løg.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo