Heilsuskúli Føroya er eitt løgið fyribrigdi.
Eitt útoyggjamenningarprosjekt.
Seinastu 10 árini hava nakrir norðingar tikið prógv har suðuri, men annars hevur stórt sæð hvørt einasta konufólk yvir 18 ár í Suðuroynni nú fingið útbúgving sum heilsuhjálpari ella heilsurøktari.
So nógv, at nú er trupult at fylla flokkarnar.
Hesi vælútbúnu suðringarnir hjálpa tó ikki í stóran mun til at bøta uppá mangulin uppá professionella hjálp í høvuðsstaðarøkinum.
Tí tað er alt ov langt og kostnaðarmikið at ferðast til Havnar.
Tað øvugta er tó onki problem.
Sambært suðringarnar.
Tað kostar onki at leiga har suðuri og miðaldrandi kvinnur í Havn kunnu saktans lata hús og heim og fimm børn klára seg sjálvi í hálvtannað ár, meðan tær lønarleysar lesa í Porkeri fyri at fáa fimm krónur meira um tíman.
Tað tekur teimum restina av lívinum at tjena fíggjarliga missin innaftur.
Í Havn eru tað mest tilkomin hjálparfólk, ið starvast innan heilsurøkt. Fólk, ið ongan sum helst møguleika fíggjarliga og annars hava at flyta til Suðuroyar í áravís.
Hesi hava tó hoyrt Dennis reypað av, at í Vági kann mann taka allar møguligar útbúgvingar gjøgnum fjarlestur.
Linjurnar rigga fínt TIL Suðuroyar.
So hvat við at roynt tað norðanfyri?
Neineinei.
Fjarlestur riggar eftir øllum at døma ikki báðar vegir.
Nú skotið verður upp, at havnarfólk eisini skulu kunna taka útbúgving gjøgnum fjarlestur, nú er svarta morð. Dennis Holm leikar í, at nú skal Heilsuskúlin leggjast í oyði ella flytast.
Men ongin hevur nevnt nakað líknandi.
Reint músn.
Og Bjarni Hammer loypir á sama hátt framav.
At skjóta upp, at Heilsuskúlin útbyggir sínar tænastur við eisini at bjóða fjarlestur – tað er eitt snarálop, sum hevur til endamáls at flyta skúlan til Havnar, sigur Bjarni.
Einasta úrslit, sum kann standast av hesum ogureigasmyrol-holdninginum er, at onki hendir.
Suðrisku politikkararnir duga heldur ikki at síggja, at nú alt kvennkyn í Suðuroynni longu hevur fingið útbúgving, so verður alt torførari bara at fáa næmingar norðaneftir.
Tað gongur skjótt tann vegin.
Hesaferð komu bara 6 næmingar út av skúlanum.
Tveir vestmenningar og fýra suðringar.
Ongin úr Suðurstreymoy, sum umboðar helvtina av eldrarøktini í landinum.
Nú næmingatalið lækkar, átti at verið upplagt at skipa handan fjarlesturin á Heilsuskúlanum, so skúlanum kann verða tryggjað eina framtíð.
Ad-hoc toymið
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo