Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Dimmalætting fer undir at gera 20 podvarp, har vertirnir eru Øssur Winthereig, sum er verkætlanarleiðari, og Brynhild Thomsen.

Tað vísir ein partur av innlitinum sum VP hevur fingið í sambandi við seinasta útgjald frá Miðlastuðulsnevndini til verkætlanir.

Knarri hjá Dimmalætting fekk yvir 240.000 krónur í stuðli.

Sum lýsing av Knarrinum, sigur Dimmalætting, at "í sendingini verða krøv sett til journalistikkin. Lagið er gott men støðið er høgt."

- Málið er eisini, at føroyingurin skal fáa innlit í, hvussu journalistikkurin verður framdur í konkretum málum, sum eru frammi. Harafturat er málið at hvessa krøvini til ordiligan journalistikk, og ikki minst at eggja til fjølbroytni í journalistikkinum, sum er í Føroyum. Málbólkurin er tann kræsni lurtarin. Tann, sum vil hava meira og setur krøv til tað, sum verður leverað. Lurtarin er eisini ein, sum engagerar seg í samfelagnum og fylgir við, verður sagt.

- Pressan, sum er seinasta miðlasendingin, sum var í Føroyum, varð varpað í Kringvarpinum, men ynski hevur verið um at gjørt eina líknandi sendin í privatum miðli. Øssur Wintherheig, sum hevði pressuna og verður leiðari fyri hesari sendingini, vendi sær tí til okkum, og vit hava í samstarvi ment Knarrið, sigur Dimmalætting.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo