Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Kringvarpið, sum sjálvt í ein stóran mun livir av at fáa alment innlit, vil ikki út við, hvussu nógv skammiliga sjónvarpsrøðin O. Móðurlandið hevur kostað.

Nú er nakað fráliðið, síðan skammiliga sjónvarpsrøðin O, móðurlandið! bleiv send í sjónvarpinum. Nógvar atfinningar hava verið frá ymsum síðum av sendingunum fyri at verða einsíðugar, villleiðandi og søgufalsan.

Sjálvur havi eg roynt at fingið at vita, hvussu nógv hesar sendingar hava kostað, men innlit er noktað mær, tí KvF sigur seg ikki vita, hvussu nógv tær hava kostað! Sjálvt eftir at hava kært avgerðina hjá KvF til Almannamálaráðið, sum varðar av KvF, og sum helt, at KvF átti at vita og upplýst kostnaðin, helt KvF fast við, at hesi tøl ikki vóru til.

Nógv kann KvF verða lastað fyri, men fíggjarstýringin er í lagi, tað veit eg av egnum royndum. So ússaligt er tað av KvF, ikki at vilja veita alment innlit – tað sum KvF í stóran mun sjálvt livir av, og tí kann bert gitast, hvat henda uml. 6 tíma langa sendirøð við uml. 130 viðvirkandi aktivum og passivum aktørum hevur kostað. Eitt gott boð er uml. 3 mió. kr., sum beinleiðia stuðul til loysingarrørsluna!

##med2##

Og fyri m.a. hesa skammiligu sjónvarpsrøð, sum sambært yvirlitinum omanfyri vísir eina slagsíðu upp á 80% til loysingarfólk og bert  7% til samríkisfólk og 13% til ópolitisk fólk, fær tilrættaleggjarin heiðursbræv  og -merki frá duldum  lagsfelagskapi, kallaður Vitin, fyri “neyvum, sinniligum og sakligum arbeiðslagi”. Ája, heiðraður fyri villleiðing og søgufalsan!!

Helst hevur KvF følt seg noyddan at verja seg móti tí lemjandi kritikkinum við at taka sendirøðina til viðgerðar í Breddanum 2. juni, har bæði tilrættaleggjarin og ábyrgdarredaktørurin vóru við. Og tað var ein margháttlig verja, hesi bæði førdu fram í “óhefta” public service-miðlinum, sum lýsir sendirøðina sum støða okkara í danska ríkinum ... farið verður víða um í einari breiðari lýsing av evninum.

Men sendirøðin er alt annað, eisini sambært tilrættaleggjaranum og ábyrgdarredaktørinum sjálvum: hetta er søgan um eina loysingarrørslu ... hvat bleiv av sjálvstýrisrørsluni ... sløknaði fullveldislogin fullkomiliga ....  hetta er tilvitað provokatión ... tí, sum tænir søguni/sendingini best ... ikki neyðug javnvág ... royna at fáa lív í kjakið... osfr.

Og so viðgongur ábyrgdarredaktiørurin, at hon ikki hevur sæð allar sendingarnar, áðrenn tær eru sendar! Taka ábyrgd í blindum! Ella geva tilrættaleggjaranum fríar hendur?

Tíverri er søguforteljingin nationalistiskt einsporað, har nationalromantikkurin verður uppblástur og glorifiseraður, meðan  mótstøða móti loysingarvonginum verður niðurprioriterað, niðurgjørd og helst burturtøgd.

Eisini listin yvir bókmentir avdúkar, at næstan bara nationalistiskar bókmentir liggja til grund fyri sendingunum:

##med3##

Hetta vísir við allari týðuligheit, at onnur sjónarmið, enn tey hjá loysingarfólki, eru ikki áhugaverd!

Og hetta er tann public service-miðilin, sum vit øll sambært lóg noyðast at gjald til, men sum so eisini aftur fyri – eisini sambært lóg, sáttmálum og egnum kjarnuvirðum - skal geva okkum sendingar, sum eru: sakligar, óheftar, álítandi, savnandi, dygdargóðar, fjøltáttaðar, ikki á nakran hátt elva til mannminkan, halda góðan fjølmiðlasið og hava størsta trúvirði.

Álvaratos Kringvarp Føroya!
⦁    Hvar er trúvirðið?
⦁    Hvar er fakligi stoltleikin?
⦁    Og hvar er virðingin fyri lógarásetingum, sáttmálum og egnum kjarnuvirðum?

Johan Petersen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo