TUTL: 9. februar kemur nýggja lagið Good Luck hjá The Crowberry Band. Sangari og sangskrivari í bólkinum, Janus Á Húsagarði, sigur um lagið.
”Hetta er ein brúdleypssongur sum eg gjørdi einum fittum parið ið eru góðir vinir hjá mær, og sum eisini eru limir í The Crowberry Band. Eg var so lukkuligur at sleppa at spæla sangin til brúdleyp teirra.”
The Crowberrry Band er navnið á orkestrinum hjá Janus á Húsagarði sum bleiv stovnað í 2015, og hevur spælt konsertir í spælistøðum og festivalum kring landið. Tónleikurin hevur millum annað íblástur í Írskum fólkatónleiki. The Crowberry band koma út við teirra fyrstu fløgu, sum eisini hevur heiti Good Luck, í fyrstu helvt av 2018. Janus á Húsagarði hevur skrivar allar tekstir og løg.
Á Good Luck spæla: sang: Janus á Húsagarði, kór sang: Brenna McCormick Jacobsen, kór sang: Malan Thomsen, piano/harmonium: Finnur Hansen, bass: Johannis av Rógvu Joensen, violin/brache: Angelika Nielsen, cello: Tóri Restorff Jacobsen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo