Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Steso hevur fingið nógv rós úti í heimi. Og í Føroyum tóku vit eisini Steso til okkara, tá bólkurin fekk tilnevningina ”Ársins bólkur” á FMA í ár.

Nú eru Steso so aftur við einum nýggjum lagi. Nýggja atmosferiska lagið kallast ”Nærri at tær”, har Steso lata dyrnar upp fyri einum dreymakendum heimi, har røddin hjá Jenny Kragesteen og guitarin hjá Hergeir Staksberg bjóða tær við á eina tónlistarliga ferð gjøgnum universið hjá Steso.

Um tú kennir til Steso, so veitst tú kanska eisini, at bólkinum dámar at ganga nýggjar leiðir og at samstarva við nógvar ymiskar tónleikarar. ”Nærri at tær” er onki undantak. Hesaferð hevur oddamaðurin Hergeir Staksberg fingið 7 góð fólk aftrat sær. Tú kennir kanska okkurt navn frá føroyska og danska tónleikaumhvørvinum, meðan onnur spennandi nøvn enn eru óskrivað bløð:

Jenny Kragesteen – Sang
Niels Skovmand (Afenginn) – Violin
Christopher Juul (Valravn)– Beat, bass, klaver, harpu o.a.
Líggjas Olsen – Kór
Rebekka Petersen – Kór
Jenny Poulsen – Kór
Konni Kass – Sang
Hergeir Staksberg – Guitar, keys og kór.

Hoyr nýggja lagið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo