“Nú eru jól herinni” er heitið á spildur nýggja føroyska jólasangi, ið nú er at hoyra á føroyskum útvarpsrásum. Tað er 15 ára gamla Beinta Elsudóttir Jacobsen, ið syngur lagið, sum varð skrivað um jóltíðir 2019 og sum er innspældur í november í ár.
Tað er pápi hennara, Petur Háberg Jacobsen, ið hevur gjørt orð og lag.
"Nú fólk eru farin at stákast til jóla, og jólahugni sæst í grannalagnum, skrivar ein slíkur jólasangur faktist seg sjálvan bara við at hyggja umkring seg".
Beinta hevur áður sungið, eitt nú ein sang til ABC Barnahjálp og hon sang eisini – saman við Jens Marna Hansen og Petur – á sanginum “Gott Nýggjár”, sum kom út seint í desember í fjør, og var nógv at hoyra um árskiftið.
“Nú eru jól herinni” er framleiddur av Niclas Johannesen og ljóðblandaður av Óla Poulsen. Teir báðir spæla eisini øll ljóðførini á sanginum, meðan Petur syngur kórrøddirnar til fyrsta staklagið hjá Beintu Elsudóttir Jacobsen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo