Kaffibryggj, kaffistovur, kaffikoppar, kaffifundir, kaffisteðgur, kaffiprát. Tey flestu siga jatakk til ein góðan kaffimunn.
Steintór Rasmussen drakk kaffi, tá hann skrivaði sangin. Asta Højgaard varð boðin til kaffi og sang. Í kaffikórinum syngja Karl Martin Samuelsen, Kim Hansen og Rakul Ró Steintórsdóttir. Kaffið rann niður í Studio Mike í Klaksvík. Aftur við kaffinum spæla Kim Hansen klaver og harmoniku og Eyðvør Klakstein á fiól. Mikkjal Hvannastein bryggjaði og borðreiddi við øðrum ljóðum og smakkum.
Tað er Rakul Ró Steintórsdóttir og Niels Jóhan Sigurðsson, sum hava verið til kaffi í øllum krókum í landinum og eisini filmað og klipt kaffisangin saman.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo