Tórshavnar kommuna hevur sett Jan Mølvad Laursen í starvið sum deildarleiðari fyri Barna- og ungdómsdeildina, sum umsitur alt dagstovnaøkið í kommununi.
Hann tekur við eftir Beintu Dalbø, sum eftir sjey ár hevur valt at siga deildarleiðarastarvið frá sær.
Jan Mølvad Laursen er útbúgvin námsfrøðingur við drúgvum leiðsluroyndum sum stovnsleiðari og eindarleiðari á dagstovnaøkinum í kommununi.
Harumframt hevur hann leiðsluútbúgving.
Dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu hevur uml. 800 starvsfólk og uml. 2.400 børn og ung alt frá vøggustovu og barnagarði til frítíðarskúlar og ungdómsklubbar. Samlaði fígjarkarmurin er uml. kr. 250 mió.
Jan Mølvad Laursen tekur við starvinum 1. februar 2023.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo