Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

ÍSF: Tað var væl møtt til ársaðlafundin hjá ÍSF, sum varð hildin leygardagin. Fundurin byrjaði við, at forsetin, Elin H Joensen, legði ársrfrágreiðingina fram. Hon legði eitt nú dent á postiva andan, ið merkti føroyskan ítrótt í 2023 – og mongu góðu samstørvini, ið hava verið.

Fíggjarligur stuðul til ítrótt
Samtykt varð at skipa eina nýggja Breiddarpulju í ítróttinum, ið skal gera tað lættari hjá feløgum og sambondum at skipa fyri tiltøkum, sum ikki snúgva seg um kapping á høgum stigi, men sum hava felagsskap og ítróttargleði í miðdeplinum. Árliga verða 500.000 kr settar av til Breiddarpuljuna, og søkjast kann leypandi ígjøgnum árið. Søkjast kann um upp í 30.000 kr, um talan er um eitt felag/samband, sum skipar fyri – og upp í 50.000 kr, um fleiri feløg/sambond skipa fyri tiltøkum í felag.

Ein onnur samtykt snúði seg um Úrvalsskipanina, sum hevur virkað í fleiri ár, men sum nú er endurskoðað.

Higartil er stuðulin í stóran mun farin til einstøku íðkararnar. Sjálvandi skal einstaki íðkarin framhaldandi vera í miðdeplinum, men frameftir skal nakað eisini falla til tað jørðildið, sum úrvalsíðkararnir spretta úr. Pengarnir skulu í størri mun koma fleiri til góðar og røkka longur. Nýggja skipanin hevur íblástur úr grannalondunum, men er kortini snikkað saman til føroysk viðurskifti.

Broytingar í starvsnevndini
Eisini vórðu broytingar gjørdar í Starvsnevndini hjá ÍSF. Hávard Vatnhamar, sum seinastu tvey árini hevur verið formaður í Íðkanarnevndini – og sum tí hevur verið limur í starvsnevndini – verður nú avloystur av Eydnu Mariu Debes.

John Kjær, sum í eitt mannaminni ótroyttiliga hevur arbeitt fyri føroyskan ítrótt herheima og í oyggjaleikahøpi, tók ikki við afturvali. Av tí, at einki uppskot um nýggjan starvsnevndarlim var komið inn, verður hann tó sitandi til eykaaðalfundin í juni. 

Heiðurskrossur ÍSF latin John Kjær
Fyri sítt drúgva arbeiði føroyskum itrótti at frama fekk John Kjær á aðalfundinum heiðurskross ÍSF, sum er hægsta heiðursmerkið, ÍSF kann lata. Hann hevur tænt føroyskum ítrótti og ÍSF á ósjálvsøknan hátt, og í heilsan síni takkaði Elin H. Joensen John Kjær fyri rúgvismikla arbeiðið hesi mongu árini – og hon fegnaðist í sama viðfangi um, at hann kortini framhaldandi verður ráðgevi hjá Oyggaleikafyrireikingarnevndini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo