Føroysk filmsfólk: Leygardagin 14/10 var aðalfundur í felagnum “Føroysk filmsfólk” og ein nýggj nevnd er blivin vald. Av fimm nevndarsessum eru fýra nývald inn í nevndina: Eir í Ólavsstovu, Herluf Sørensen, Karen Kristianna Hildardóttir Gram og Rógvi Rasmussen. Andrias Høgenni var afturvaldur til nevndina.
Ingun í Skrivarastovu, sum hevur mynda felagið sum forfólk, hevur valt aftaná nógv ár, at takka fyri seg. Vit vilja takka henni og fráfarandi nevnd, fyri tað megnar arbeiði tey hava gjørt fyri at lyfta filmsumhvørvið í Føroyum upp á eitt støði, sum var óhugsandi fyri fáum árum síðan.
Nevndin hevur mong mál fyri framman og gleðir seg at fara til verka. Seinastu árini hevur filmsvinnan ment seg nógv, og vit gera vart við okkum uttanlands við nógvum ymiskum filmverkætlanum, bæði innan fiktión og heimildarfilm, og fleiri føroyingar eru farnir í holt við hægri útbúgving innan filmsgerð. Her heim hava vit eitt vaksandi filmsumhvørvi, sum á mangan hátt virkar væl. Nógv ung fólk leggjast til og stovna nýggj og kreativ filmsvirki.
Komandi ár verður felagið 10 ár, og tað ætla vit at hátíðarhalda við ymiskum tiltøkum
Nevndin hevur skipað seg soleiðis: Forfólk: Eir í Ólavstovu. Næstforfólk: Andrias Høgenni. Kassameistari: Rógvi Rasmussen. Skrivari: Karen Kristianna Hildardóttir Gram. Nevndarlimur: Herluf Sørensen. Tiltakslimur: Brandur Teitsson.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo