Frælsi er seinasta og besta vónin hjá heiminum
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í juni mánaða fór nýggj granskingarverkætlan í gongd í Føroyum. Í verkætlanini verður granska í leiðslu og dygd á føroyskum dagstovnum.

Hetta er eitt samstarv ímillum granskarar, stovnar og kommunur um at menna dygdina, og skapa bestu umstøður til børnini at trívast, mennast og læra.

Granskingarverkætlanin sum er ein Ph.d. verkætlan er frá 2023-2026, tó fara úrslit at síggjast av verkætlanini longu fyrst í komandi ári, tá tey fyrstu granskingar úrslitini verða løgd fram, bæði í Føroyum og uttanlanda.

Tað er Birita Arge, Ph.d. lesandi á Aalborg universitet, sum er verkætlanarleiðari og Charlotte Ringsmose professari á Aalborg universitet, sum er vegleiðari.

Verkætlanin er stuðlað av: Føroya Pedagogfelag, Tryggingarfelagnum Lív og kommunum í Føroyum.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo