![Tyrla](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/6/a/csm_tyrla_9c0bb94444.png)
![Leikur](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/b/4/csm_leikur_a2d0a52892.jpg)
![Risapisa](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/8/3/csm_Risapisa_3f87907b08.png)

Vár Berghamar Jacobsen gevur nýggja bók út á Bókadøgum. Í sambandi við bókaútgávuna hevur hon framleitt ein nýggjan barnasjónleik saman við leikbólkinum VEIA, og á Bókadøgum verður leikurin framførdur fyri barnagørðum og familjum. Les meira her og tekna teg og tykkum til sjónleikin um Ludda og Lundisu og risapisuna: www.nlh.fo.
Hetta er triðja bókin um tær báðar lundapisurnar Ludda og Lundisu, sum búgva í Mykinesi. Bøkurnar eru eitt samstarv ímillum Vár og italska myndprýðaran Deliu Ciccarelli. Tær hittust í Mykinesi fyri nøkrum árum síðani og endaðu við at skapa hesar bøkurnar saman.
Í nýggjastu bókini kemur ferðavinnan inn í søguna á ein stuttligan hátt, tí knappliga síggja lundarnir ein stóran, løgnan fugl, sum teir ongantíð hava sæð fyrr – eina tyrlu. Harumframt eru sangur, rím, føroyskar blómur og náttúra aftur hesa ferð í miðdepli í søguni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo