Plátan hjá David Bowie, “The Gouster” frá 1970-unum varð ongantíð útgivin.
“The Gouster” varð ongantíð send á marknaðin, eftir at hon varð liðugt innspæld í 1974, men hon legði grundarlagið til hittplátuna “Young Americans”, sum kom út árið eftir.
Nú verður útgávan tøk fyri fyrstu ferð, við tað at hon er við í uppsamligsútgávuni, samliboksin “Who Can I Be Now? (1974-1976)”, skrivar The Guardian. Útgávan er søgd at vera fyrstu royndirnar hjá Bowie við soul og funk.
Eftir at stjørnar óvantað doyði í januar í ár, er sølan av Bowie tónleiki økt munandi.
Útgávan av “The Gouste” var boðað á almennu Facebooksíðuni hjá Bowie hósdagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo