Føroyska bíbliufelagið: Hesa vikuna er bræv frá Føroyska Bíbliufelagnum komið í hvørt hús í landinum.
Í brævinum verður heitt á allar føroyingar um at stuðla nýggju føroysku bíbliuútgávuni. Tað er Hans Jacob Joensen, fyrrverandi biskupur, sum hevur umsett Bíbliuna, og í løtuni leggja gudfrøðingar og onnur úr kirkjum og samkomum kring landið seinastu hond á.
Fróðskaparsetur Føroya er eisini við í málsliga arbeiðinum.
Bíbliufelagið arbeiðir við at fáa Bíbliuna út skjótt, men fyri at náa á mál er tørvur á stuðli frá tykkum øllum.
Tí heita vit á øll, kvinnur og menn, ung og gomul, um at standa saman um at geva Bíbliuna út í nýggjari týðing.
Stuðul kann latast á kontu í BankNordik: 6460 - 382.873.7 HJARTANS TØKK FYRI STUÐULIN!
Nærri kunning fæst við at ringja til Gunnar K. Nattestad, aðalskrivara, á tlf. 787826.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo