Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

24. juni kemur nýggja tónleikaútgávan hjá Eli Tausen á Lava ‘In a Field’ út, og nú ber til at hoyra fyrsta staklagið. Staklagið eitur ‘Heart’ og er ein dramatiskur og eldhugaður fagnaður til nøkur av hansara kærastu barndómsminnum. Eli fortelur:

- Tá eg var lítil elskaði eg at spæla telduspøl, og mítt yndisspæl æt Kingdom Hearts. Eg var púra vekk í søguni, persónunum og tónleikinum.

- Tað var ikki meiningin at ‘Heart’ skuldi fagna nakað ávíst, men so skjótt eg hevði skrivað byrjanina av stykkinum, gekk tað upp fyri mær at har var okkurt sum minti meg um tónleikin Yoko Shimomura gjørdi til Kingdom Hearts røðina. Fyri at fagna eitt av mínum yndisítrivum sum barn gjørdi eg av at kalla stykkið ‘Heart’, sigur Eli Tausen á Lava.

Eli Tausen á Lava er ein av teimum fyrstu føroyingunum sum skriva tónleik innanfyri ta postklassisku sjangruna. Tónleikurin ljóðar sum hann kundi verið úr einum filmi ella eini sjónvarpsrøð og er eyðkendur av eini samanseting av norðurlendskari melankoli og serføroyskari dramatisismu.

Hoyr ‘Heart’ her: bfan.link/heart-3

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo