![Sjovinnustyrid](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/3/9/csm_sjovinnustyrid_7c2e66f264.jpg)
![Sjovinnustyrid](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/3/9/csm_sjovinnustyrid_7c2e66f264.jpg)
Nú røkist fyri, at Sjóvinnustýrið aftur flytir til Vágar.
Á avhendingarfundi í gjár varð lykil handaður Hans Johannes á Brúgv, stjóra.
Farið verður nú undir at flyta, og mánadagin 27. november verður latið upp á nýggju adressuni, sum er á Hillingatanga 2, 360 Sandavágur, uppýsir Sjóvinnustýrið á facebookvanganum.
Almenn móttøka verður tíðliga í desember.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo