Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í fagrasta veðrið í fyrramorgunin stevndi nýbygningur nummar 50 hjá KJ út av Fuglafirði.

Tvíkiljan er handað alifelagnum Luna, og hevur fingið navnið Ritunøva.

Ritunøva er 15,5m long og 7m breið. Tvíkiljan hevur 2 framdriftsmotorar uppá hvør 425 Hk, og ein 100 KVA ljósmotor. Av deksútgerð kann nevnast ein Palfinger 50 tons/metur krani, eitt 10 tons deksspæl, ein kapstanur uppá 6 tons og tríggir uppá 1 tons.

Tvíkiljan er útgjørd við messu, WC, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.

Hettar er nýbygningur nr 50 sum KJ hevur smíðja, og nr 9 til Luna.

Tvíkiljan Ritunøva er gjørd í tøttum samstarvi við Luna, har serligur dentur er lagdur á gott arbeiðsumhvørvi. Hon skal vera góð og trygg at arbeiða við í øllum líkindum og nógv er gjørt fyri at fáa ljóðviðurskiftini so góð sum til ber.

Ritunøva er heimahoyrandi í Bø.

Undirveitarar eru m.a.:
Kári Jóhannesen
Bátatænastan
PFJ EL
Radiobúðin
Gummibátatænastan
Sámal í Jógvansstovu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo