Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Signar í Homrum hevur verið fastur gestur á Summar Festivalinum seinnu árini, og hann hevur havt fleiri minniligar framførslur. Signar hevur serliga havt konsertir í stóra tjaldinum, men í fjør var hann á Torginum.

Tá savnaðist so nógv fólk frammanfyri lítla pallin, sum tað ongantíð áður hava gjørt.

- Vit halda, at tíðin er komin til, at Signar í Homrum spælir á stóra pallinum, og tí verður hansara konsert í ár á Vágsbøi. Signar hevur sangirnar, bólkin og undirtøkuna, sum skal til fyri at lyfta uppgávuna á størsta pallinum í landinum, siga fyrireikararnir av Summar Festivalinum.

Signar í Homrum er eisini spentur til nýggju uppgávuna. Hann hevur seinastu árini spælt á øllum hugsandi stórum og smáum spælistøðum og í privatum veitslum, men hann hevur manglað møguleikan á stóra palli á landsins størsta tónleikatiltaki.

- Eg eri sera fegin um, at fyrireikaranir av Summar Festivalinum hava latið mær hendan møguleikan. Mær hevur altíð dámt sera væl at spæla á Summar Festivalinum, og nakrar av mínum bestu konsertum hava verið júst har. Tí verður tað serliga spennandi at hava konsert á Vágsbøi í ár, sigur Signar í Homrum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo