Tá ársins stórsteypadystir í fótbólti verða spældir fyrst í mars mánaði, verður tað Berin, sum hjálpir bæði børnum og foreldrum at handfara sorg, ið fær ágóðan.
Sum siður er, byrjar fótbóltsárið 2024 við stórsteypadystum hjá bæði kvinnum og monnum millum fremstu liðini undanfarna kappingarár. Tað vil siga, at stórsteypadystirnir eru millum føroyameistarar og steypavinnarar.
KÍ, sum hjá bæði kvinnum og monnum hevði eitt gott ár í fjør, eigur bæði meistaraliðini, meðan HB og NSÍ vunnu ávikavist hjá kvinnum og monnum. Í báðum førum verða stórsteypadystirnir spældir á Tórsvølli í Havn: Hjá monnum leygardagin 2. mars klokkan 17.30 millum KÍ og HB, og hjá kvinnum sunnudagin 10. mars klokkan 16.
Sum tað er í londunum rundan um okkum, eru stórsteypadystirnir eisini ‟Charity Shield”-dystir, so endamálið ikki bara er fótbóltur, men eisini at savna inn pengar til eitt vælgerðarendamál, og tí eru stórsteypadystirnir í fótbólti samstarv millum Lions Club og Fótbóltssambandið.
Berin fær ágóðan
Hesa ferð fer stuðulin til Beran, sum hevur yvir tjúgu ár á baki og virkar fyri, at børn og foreldur í sorg, sum frá líður, gerast betur før fyri at handfara sorgina og á tann hátt hava størri møguleika fyri aftur at fáa eitt gott og innihaldsríkt lív, har tey mennast og læra at liva við sorgini.
Talan er um bæði bólka- og samrøðutilboð, og Berin vendir sær til børn og ung millum 0 og 29 ár, sum hava mist foreldur ella systkin, børn og ung, sum hava álvarsliga likamliga sjúk foreldur ella systkin, og foreldur, sum hava mist barn frá móðurlívi og til og við 29 ár.
Fyri at talan skal kunna vera um eina munagóða upphædd, hevur Lions Club síðstu árini sligið ágóðan saman frá dystunum um Lionsbikørini í hondbólti, sum vóru í septembur mánaði, og stórsteypadystirnar í fótbólti, sum nú eru á skránni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo