12. talvið í HM dystinum millum russaran Nepo og Ding Liren úr Kina endaði fyri løtu síðan tá Nepo legði kongin.
Fyri triðju ferð í hesum HM dysti hevur Ding javnað og støðan er nú 6-6.
Tvey umfør skulu telvast afturat.
Stendur framvegis á javnum eftir 14. talvið verður HM heitið avgjørt við skundtelving.
Talvserkøn siga, at Nepo telvaði ikki væl í dag. Hann gjørdi fleiri mistøk sum Ding beinanvegin revsaði.
Bert 6 av 12 talvum eru endað við remis í hesi kapping og talvfjepparar kring heimin fegnast um undirhaldandi telving.
Kappingin fer fram í Kasakstan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo