Í eina tíð hevur Vága kommuna arbeitt við einum nýggjum sethúsaøki við Stóraklett í Sandavági.
Nú er klárt at seta í gongd og í komandi viku byrjar arbeiðið.
Í fyrstu atløgu vera tað 11 grundøki til sethús á økinum og arbeiðið er mett at taka tríggjar mánaðar.
Hetta skrivar Vága Kommuna á heimasíðu sínari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo