- Ísraelsku álopini á Gaza eru brot á fólkarættin, sigur Jonas Gahr Støre við norska kringvarpið, NRK.
Hann sigur, at Noreg viðurkennir rættin hjá Ísrael at verja seg ímóti atsóknunum hjá Hamas. Og tað ger tað ikki lættari, at Hamas heldur fram at skjóta rakettir inn í Ísrael úr Gaza greiranum.
- Men støðan er katastrofal, og eg meini at hetta er greitt í stríð við tað sum vit kalla reglur fyri kríggi ella humaniteru reglurnar, sigur Jonas Gahr Støre.
Noreg atkvøddi saman við meirilutanum á ST aðalfundinum sum kravdi vápnahvíld umgangandi
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo