Tað gekk ikki sum ein normaður á vitjan í Føroyum ætlaði í gjár.
Tá hann skuldi fara við seinasta flogfarinum hjá Atlantsflogi var hann so ólátaður og fullur, at manningin ikki helt tað vera ráðiligt at taka hann við. Tey gjørdu tí ikki mætari enn at ringja eftir politinum.
Maðurin varð koyrdur til Havnar, har hann hevur ligið nátt á gistingarhúsi og noyðist nú at keypa sær nýggjan flogferðaseðil, veit útvarpið at siga.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo