Hesa komandi vikuna, 12.-18. november verður Norðurlendska bókmentavikan hildin fyri 22. ferð.
Í novembermyrkrinum fara skúlar, dagstovnar, bókasøvn og aðrir mentanarstovnar at tendra livandi ljós, og um sama klokkutíma fara teir hvør sær at lesa somu søgu fyri meiri enn 200.000 børnum, ungum og vaksnum kring øll Norður- og Baltalond.
Eisini í Føroyum fara børn, ung og vaksin at taka lut í felagsskapinum, tá lisið verður upp úti á skúlum, dagstovnum og bókasøvnum. Sólarris um morgunin er løtan, tá børn og ung savnast fyri at lurta. Fyri tey vaksnu verður lisið upp undir Skýmingarløtuni um kvøldið.
Evnið fyri vikuna í ár er "Hetjur í Norðurlondum", og bøkurnar, ið eru valdar úr, skulu endurspegla evnið úr ymsum sjónarhornum.
Fyri tey yngru børnini verður lisið upp úr ”Handbók fyri superhetjur” eftir svensku Agnes og Elias Våhlund, meðan ”Tey, sum ikki eru til” eftir norðmannin Simon Stranger er bókin fyri tey eldru børnini.
Í sambandi við at Ísland hátíðarheldur, at tað eru 100 ár, síðandi landið gjørdist lýðveldi, er ”Íslendskir kongar” eftir Einar Már Guðmundsson vald til upplesturin fyri tey vaksnu.
Norðurlendska bókmentavikan, ið fyrr nevndist Norðurlendsk bókasavnsvika, er eitt serligt tiltak, ið fer tvørtur um landamørk.
Vikan setur norðurlendskar bókmentir á breddan, og endamálið er, umframt at fremja norðurlendskt samstarv, at birta uppundir lesihugin hjá børnum, ungum og vaksum og at halda í hevd gamlan sið at siga frá søgum.
Meiri sæst at lesa á www.nordisklitteratur.org/fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo