Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað verður ikki eitt samt løgting, sum fer at samtykkja eina eykajáttan so at SSL kann flyta rampuna úr Skopun, sum so viðførur at Teistin verður tikin frá okkum nólsoyingum.

Vit nólsoyingar hava nú skjótt í eitt mannaminni ynskt okkum eitt nýtt skip, sum er skraddaraseymað og bygt til nólsoyarleiðina og vónandi verður tað ikki leingi til so verður.

Vit hava nú havt Teistan síðani Sandoyartunnilin læt upp. Vit eru ógvuliga glað fyri hann, og hann riggar ógvuliga væl á farleiðini, so eg havi fult forstáilsi fyri at fyrsta nýggja skipi hjá SSL verður bygt til Kallsoyarleiðina.

Har er tørvurin á endurnýggjan kanska størstur sum nú er, um vit behalda Teistan.

Eg føli tað órættvíst, og hetta er ikki fyri at seta meg uppí móti kalsoyingum – men tað følist ógvuliga órættvíst at tey fáa tað nýggjasta skipi sum er í flotanum, meðan bíðað verður til eitt spildurnýtt verður smíðað til teir.

Argumentið hjá SSL fyri hesum er, at Ternan ikki kann sigla á Syðradal um veturin, men er hon yvirhøvur roynd har um veturin?

Kann Sam ikki sigla teir dagarnar tá Ternan ikki kann?

Tá Sam skal liggja sum avloysara skip, so kann hann liggja í Klaksvík, og skjótur at starta upp, um so skuldi veri.

Tað er ikki neyðugt við einum skipi við størri ferðafólkakapaciteti um veturin út í Kallsoynna.

Hyggja vit eftir ferðafólkahagtølunum frá novembur til og við mars, so liggja tey frá 2300 til 3000 per mánað. Somu mánaðir í Nólsoy liggur tað frá 5300 til 6200.

Sum sagt: Tað verður ikki eitt samt løgting sum samtykkir eina eykajáttan so at Teistin fer norðureftir.

Vil SSL hava Teistan har norður, so SKAL fyrsta skipið byggjast til nólsoyarleiðina!!!

Karlot Hergeirsson, løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo