Higartil í ár hevur Jósup ført minni enn fjórðingin av ferðafólkunum sum vóru í fjør.
Tummas Henriksen, sum eigur ferðamannabátin Jósup, sum røkis Mykinesleiðina fyri Strandferðsluna, upplýsir fyri VP, at í mai í ár sigldi Jósup 907 fólk á leiðini. Somu tíð í fjør var talið 4.401 fólk.
Siglingin ímillum Sørvág og Mykines er bert summarhálvuna, frá 1. mai til 31. august.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo