Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning frá Magnusi Rasmussen, løgtingsmanni, um góðsking og víðarivirking av laksi, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum, Høgna Hoydal (at svara skrivliga eftir TS § 52 a), nr. 52-028/2023

Fyrispurningur
1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at loysa avbjóðingarnar við, at arbeiðspláss eru í vanda fyri at detta niðurfyri í alivinnuni?

2. Nær kann roknast við, at hesar loysnir verða settar í verk?

Svar
Spurningur nr. 1 og 2 verða svaraðir undir einum.

Undir viðgerðini á løgtingi, tá ið nýggja tøkugjaldið varð samtykt, boðaði landsstýrið frá, at tað fór at viðgera ávísar avbjóðingar, sum reistar vórðu undir viðgerðini og síðani alment.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur síðani arbeitt við hesum og lagt tað til politiska viðgerð.

Niðurstøðan verður gjørd sum skjótast.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, tann 2. oktober 2023
Høgni Hoydal
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo