Tú mást sjálvur vera tann broytingin sum tú vilt síggja í heiminum
- Mahatma Gandhi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Frítíðarskúlin og Samspírin eru tilboð ávikavíst eftir skúlatíð fyri skúlabørn, sum ganga í 1. og 2. flokki, og skúlabólkur fyri børn frá 6-7 ár.

Stovnurin er á Brekkukletti á Toftum, tætt við stadionøkið og tætt við Toftavatn, sum gevur ríkar møguleikar fyri at verða úti í náttúruni. Á stovninum eru uml. 70 børn. Vit brenna fyri at bjóða børnunum ein gerandisdag við fjølbroyttum innihaldi, har tey á ein skapandi og mennandi hátt kunnu royna seg.

Vit leggja dent á, at menna allar barnsins førleikar, harímillum teir sosialu, og persónligu førleikarnar.

Skúlabólkurin arbeiðir eftir ætlanini “Jól til Jól”.

 Nes kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan/Samspíran eftir:

  • Tveir námsfrøðingar ella hjálparfólk til tíðaravmarkað starv frá 15. august 2024 til 01. juli 2026. Arbeiðstíðin er 24 tímar um vikuna.

  • Einum námsfrøðingur ella hjálparfólk í farloyvisstarv frá 15. august 2024 til 01. juli 2025. Arbeiðstíðin er 20 tímar um vikuna.

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum

  • Møguleika fyri persónligari menning

  • Dentur verður lagdur á at veita barninum eitt trygt og mennandi umhvørvi

Vit ynskja at umsøkjarin:

  • Dugir at seta seg inn í støðuna hjá barninum

  • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við barninum

  • Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd

  • Er við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið

Setanarviðurskifti
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Nes Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eydnu Olsen, leiðara á tlf. 448786/565023.

Umsóknir
Umsóknir saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi hósdagin 11. juli 2024.

Umsóknirnar verða at senda til nes@nes.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo