Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

1. mai 2024 fáa starvsfólk og lesandi á Námsvísindadeildini á Setrinum nýggjan dekan.

Tað verður Kalpana Vijayavarathan, sum í løtuni er lektari á NÁD, ið nú skal standa á odda fyri at leiða og menna deildina saman við deildarleiðsluni og starvsfólkunum.

Frammanundan kennir Kalpana deildina serstakliga væl. Hon hevur drúgvar royndir sum starvsfólk á NÁD, har hon byrjaði sum adjunktur í 2013 og sum lektari í 2022. Hon varð innskrivað til ph.d.-útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya og Århus Universiteti, og í 2017 stóð hon sína ph.d. við ritgerðini “Teacher Cognition´and the Teaching of Speaking in English as a Foreign Language in grade 8 schools in The Faroe Islands – Seven Case Studies”.

Í gransking sínari hevur Kalpana lagt seg eftir inklusión og sosialum rættvísi í sambandi við fjølbroytni í útbúgving. Hon brennur fyri at skapa tilvit um, hvussu umráðandi tað er at fáa granskingargrundaða vitan til vega og rudda slóð fyri samvirkan millum politikk og praksis á útbúgvingarøkinum.

Kalpana hevur somuleiðis stóran serkunnleika til undirvísing, og aftrat tí hevur hon saman við øðrum samskipað og undirvíst undirvísarum á Setrinum í setursnámsfrøði, sum hevur til endamáls at góðskutryggja undirvísingina á Fróðskaparsetri Føroya.

Nú Erla Olsen fer frá sum dekanur, ið er eitt starv, sum hon við nærlagni hevur røkt til lítar síðani 2018, vil Fróðskaparsetur Føroya nýta høvi at takka henni fyri stóra avrikið. Erla fer aftur í sítt gamla starv sum lektari á Námsvísindadeildini í lívfrøði, har hon fer at granska og undirvísa.

Lýst varð uttanhýsis eftir dekani til Námsvísindadeildina, og fýra umsóknir komu inn. Tað er ein samd setanarnevnd, sum hevur gjørt av at seta Kalpanu sum dekan á Námsvísindadeildini.

Kalpana Vijayavarathan byrjar í starvinum 1. mai.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo