Fyri viku síðani var nýggi og snotuligi svimjihylurin á Zarepta í Vatnsoyrum tikin í brúk.
Har sum svimjihylurin er djúpast er hann 1,50 metrar, og er hann 20 metrar langur og 8 metrar breiður.
Eisini er ein svimjihylur til smærru børnini, sum er 3 x 4 metrar og hálvan metur djúpur.
Tað er eitt danskt firma sum hevur prosjekterað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo