- Vit royna nú nakrar býarskipanarligar leistir í verki, ið koma at verða leiðbeinandi fyri, hvørji langsiktað inntriv verða mett at gagna økinum sum eitt alment býarrúm til trivnað og uppihald, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann alment lat nýggja býarrúmi í Vágsbotni upp í morgun.
Borgarstjórin byrjaði við at bjóða øllum hjartaliga vælkomnum í Vágsbotn, har kommunan sýnir fram nútímansgerðina av økinum og á fyrsta sinni vísir fram nýggju staðsetingina av standmyndini av Nólsoyar Pálli. Hann takkaði fyri goðan tónleik frá harmonikuspælarunum og fyri kaffi og køkur frá Kaffihúsinum.
- Vit eru øll góð við Vágsbotn. Her í Tórsgøtu og í Vágsbotni var áður fjølbroytt virksemi. Her var handilin hjá Heinesen, sum seinni gjørdist handil hjá Valdemar Lützen og síðan til Miðlahús. Her var Sjómansheimið, Kjøtbúðin hjá Jens Reinert, Vaskaríið og Reinsaríið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo