Klokkan 17 seinnapartin í dag var útikonsert við sangfuglinum Kristinu Bærendsen, og heilt stutt eftir at hon fór at syngja, skein sólin so fagurliga.
Tórshavnar kommuna hevur umskipað og snøggað Steinatún, og konsertin í dag er fyrsta royndin at nýta hetta opna miðbýartorgið til eina konsert.
Og tað má sigast at miðbýartorgið er frálíka vælegnað til slíkar konsertir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo