Í dag hava teir verið eftir veðrunum sum í summar hava gingið í Ásmundarskor, beint eystanfyri Múlan. Teir settur tríggjar upp og fingu tveir inn aftur.
Ásmundarskor er ein av minnu skorunum hjá vestmenningum. Tað er eisini einasta skor har farið verður av báti. Hinar, sum eru við sjálvi bjørgini, og har farið verður úr erva, eru Teistanskor, Seyðaskor og Góðmanskor.
Ein av teimum sum var uppi í Ásmundarskor í dag, var Hans Johannesen, sum gongur á 84. ári.
Bjartur Tórhalsson og John Martin Andreasen tóku myndirnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo