Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Undir heitinum Mynd krevur samtykki fer eitt nýtt upplýsingar átak ígongd hesa vikuna.

Tað eru Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Amnesty International og Sig frá/Almannamálaráðið, sum í felag skipa fyri átakinum.

Tey eru alsamt fleiri børn og ung, sum verða útsett á alnótini, tí at nakinmyndir av teimum fara í umferð.

Myndirnar kunnu vera stolnar ella tiknar, uttan at persónurin veit av tí, t.d. í einum skiftingarrúmi, ella tað kann vera ein mynd, sum er send og ætlað einum ávísum persóni, men sum endar í skeivum hondum, ella í hevnisøku verður deild uttan samtykki. Sambært løgregluni er hetta eisini ein stórur trupulleiki her í Føroyum.

Samtykki samstarvið byrjaði seinasta summar, við átakinum Sex krevur samtykki. Og nú er so tíð til “Mynd krevur samtykki”, og endamálið er at varpa ljós á, at mynd uttan samtykki er brot á kropsliga sjálvræðið hjá tí einstaka.

Vit vilja varpa ljós á, at tað er ólógligt at deila myndir á netinum uttan samtykki. Tað eru tað nógv, sum ikki vita, men kanska verri - nógv sum vita og ikki virða. Tað er neyðugt hjá okkum at tosa um talgilda mentan og dannilsi, um rættindi á netinum og um galdandi lógarkarmar. Somuleiðis er ikki minst týdningarmikið at tosa um virðiliga og siðiliga framferð, og hvussu vit fara at yvirfyri hvør øðrum.

Nógv halda, at tað bert er ein ósek mynd á netinum, men um viðkomandi er undir 18 ár og myndin verður deild uttan samtykki, so er talan um barnaporno. Tey flestu kenna ikki avleiðingarnar av at deila eina nakinmynd.

SAMTYKKI skal gevast tvær ferðir. Tú skal hava SAMTYKKI fyri at taka myndina og SAMTYKKI fyri at deila myndina. At tú hevur fingið eina mynd sendandi merkir ikki, at tú harvið hevur rætt at deila hana.

Á Facebook síðuni Samtykki og øðrum talgildum miðlum verður stuttur lýsingarfilmur at síggja, har ungur maður verður avmyndaður nakin, og vinfólk deila myndina. Vit heita á fólk um at deila lýsingarfilmin, umframt at tora taka prátið bæði foreldur, børn og ung sínámillum.

Átakið er skipað soleiðis, at stórar plakatir verða hongdar upp kring landið, eins og gjørt varð í fjør í sambandi við Sex krevur samtykki. Vit skjóta átakið í gongd í dag, sama dag sum G! Til ber at hitta umboð fyri “Samtykki Samstarvið” og práta meira um evni.

Harumframt heita vit á fólk um at brúka hashtaggið #samtykki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo