Siglingin til Mykinesar byrjaði 1. apríl, hon plagdi at byrja 1. mai, men byrjaði í fjør hálvan apríl og í ár 1. apríl.
Stórur eftirspurningur er eftir at sleppa út í oynna. Tað er felagið Mykines sum rekur siglingina fyri Strandferðsluna, og sambært heimasíðuni hjá felagnum eru nógvir túrar útseldir, og skipað verður fyri eykatúrum.
Tað ber ikki til at ganga út í hólmin í ár, tí eitt stórt skriðulop hevur verið á leiðini, og trygt er tí ikki at ganga har.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo