Skipað verður fyri mótmælistiltaki á Vaglinum 24. mars kl. 15.30-16.00 í samband við, at málið um staðseting av nýggju kirkjuni á Argjum enn einaferð er sett á skránna fyri býráðsfundin kl. 16.00.
Tað eru umboð fyri áhugabólkin "Varðveitið fríøkið við Sandá", sum skipa fyri. Á skránni eru røður við Karin Kjølbro, Urd Johannesen og Jóhann Mortensen, tónleikur við Guðrið Hansdóttir og Benjamin Petersen og felagssangur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo