José Mourinho er komin helvtina inn í tríárskontraktina við Manchester United, men skulu vit trúgva The Guardian so skrivar profilerti venjarin ikki undir eina nýggja kontakt soleiðis uttan víðari.
Stóravísin skrivar at Mourinho, sum tjenar 15 milliónir pund vil hava eina massiva lønarhækking fyri at skriva undir nýggjan sáttmála.
Sambært The Guardian ynskir Mourinho at lønin skal reflektera virðingina og brøgdini hjá felagnum undir venjaranum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo