Hagstovan: Sølan í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu er gjørd upp fyri triðja ársfjórðing í fjør.
Uppgerðin fyri 3. ársfjórðing 2023 er fyrsta uppgerð í dagførdum líki eftir altjóða leisti. Niðast í greinini er meira um dagførda smásøluvísitalið, umframt at temasíðan eisini er dagførd.
Sølan hjá feløgum í vinnugreinini ‘Smásøla úr handlum við blandaðum úrvali, har denturin er lagdur á mat-, drykkju- og tubbaksvørur’, er sølan hjá feløgum, ið vit kenna sum matvøruhandlar.
Í ársins prísum hækkaði sølan nærum 5% frá 3. ársfjórðingi 2022 til 3. ársfjórðing í fjør. Um vit draga prísvøksturin frá, so fáa vit virðið fyri umsettu mongdina t.e. mongdina av seldum vørum, kallað 'sølan máld í føstum prísum'. Sølan máld í føstum prísum hjá matvøruhandlum var 2% lægri 3. ársfjórðing í fjør í mun til sama tíðarskeið árið fyri. Tað merkir, at hóast virðið á søluni hækkaði nakað, so er mongdin av seldum vørum minkað 2%.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo