Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Vit eru mong, sum í 2022 eru umvend. Vit hava fingið eina nýggja fatan og hugsa øðrvísi enn fyri árum síðani. Umvendingin nemur t.d. spurningin um flóttafólk.

Tað er skilagott at endurskoða seg sjálvan og lívsins mongu viðurskifti. Vit vendu um, tí leiðin, vit gingu, var ikki skilvís og nøktandi.

Vit, ið prædika orðið um Jesus, hava mangan verið døpur og døkk. Vit bannaðu myrkrið heldur enn at vælsigna ljósið. Tað letur seg gera at vera ov dapur.

Hinvegin er tað lívsjáttandi, at vit ikki fara ov lætt um lívið, tí mong stríðast til likams og sálar. Tey eru onkursvegna sterk, ið megna at siga frá sínum veikleika og sínari avmakt.

Mær tykir, at kristnin samsvarandi skriftini aktivt eigur at taka frástøðu frá øllum harðskapi. Ikki passivt lata sum luft, sum um vit einki vita ella síggja.

Onkuntíð gjørdu vit í skrift og talu ov nógv av, tí einki tyktist gott og nøktandi. Vit hugdu afturum og staðfestu, at í gomlum døgum var alt betri. Søgdu, at í tíðini var tvørrandi næstakærleiki og einhvør hugsar einans um seg og sítt.

Men, nú í 2022 eru vit umvend. Vit hava sæð góðskuna í fólkinum, hjartalagið og hjálpsemið. Vit hava eygleitt fjøld av fólki, sum brutu upp um armar og fóru til verka.

Neyðin er ikki longur eitt fyribrigdi langt burturi. Neyðin úti í heimi er viðkomandi. Hann, ið vit ákalla í bøn og andakt. Hann, ið vit tilbiðja og lovsyngja. Jesus kveikti ein neista og ein brand í hjørtum manna.

Vit eru umvend og endurnýggjað. Vit hava sannað, at tey fremmandu heima og tey fremmandu úti í heimi eru viðkomandi fyri okkara kristnu trúgv.

Heimurin er ein, og málið er eittans. Tað er einans eitt slag av menniskjum, og tað er menniskjan.

Næstin er húsfólkið, grannin og heimlandið. Næstin er hin fremmandi her heima og burturi í londum. Altjóða samfelagið er komið til okkum, og vit eru farin í onnur lond at starva og virka. Allur heimurin er okkara virkisøkið.

Áhugavert er at eygleiða hesa sinnisligu veking, umbroyting ella endurnýggjan. Allir føroyingar eru virknir, børn, ung og eldri. Hjálpandi og tænandi hendur við Reyða Krossi á odda.

Eri ein av teimum, ið er umvendur og hugsar øðrvísi. Havi sæð tað góða hjartalagið, ið býr í okkara fólki. Havi sæð somu góðsku í grannalondunum og runt jarðarknøttin, nú støðan í Ukraina er ræðandi álvarsom.

Vit standa saman í bøn og andakt. Standa saman í manngóðum verki, nú Russland gjørdi innrás í Ukraina fyri 5 vikum síðani. Tað góða er ikki útdeytt.

Menniskjan hevur dygdir, ja nógvar kristnar dygdir, ið siga meira enn tær allar bestu prædikurnar. Kristnar dygdir eru sjónligar eisini hjá teimum, ið ikki kalla seg kristin.

Tað góða finst um allan heimin, í øllum fólkasløgum og øllum átrúnaði. Tað er kristindómsins aðalmið, at trúgvin á Jesus er sjónlig í tænastu og miskunnarverki.

Eri umvendur og havi fingið mót og áræði av nýggjum, tí tað góða kemur á mál og vinnur loksins sigur. Vit hava eina framtíð, um vit standa saman, virka saman og virða hvør annan uttan mun til upphav, fólkaslag, húðalit og sannføring.

Umvendingin staðfesti eina kúvending. Tann naiva hugsjónarliga fatanin, at øll lívsáskoðan er eins góð, er horvin. Tað er veruliga stórur munar á lívsáskoðanum.

Fatanin er kveikt og vitið skerpað. Tað ónda er ein sjónligur veruleiki í okkara heimsparti. Helvitið er ein veruleiki skaptur av menniskjum.

Helvitið er støðan, har kærleiki Guðs verður hildin burtur, har leiðreglur Guðs verða settar til viks t.d. boðið um ikki at sláa í hel.

Helvitið er nútíð hjá fólkinum í Ukraina og allastaðni, har kríggj og heimsótt valda ella eitt menniskja er offur fyri harðskapi.

Er tað veruliga so galið, at óndskapurin er ítøkiligur og enn meira ræðandi enn prædikumansins útsagnir um dómadag?

Jú, djevulin er ein veruleiki, hóast tænarar hansara valla nýta kvísl við trimum tindum. Óndskapurin er rættiliga framkomin, hóast tann logandi eldurin framvegis er brennandi heitur og kyndur av oyðandi bumbum og rakettum.

Hógvarnir av óndskapinum eru sjónligur í leivdunum eftir vakrar býir í Ukraina. Óndskapurin hevur spjatt familjurnar sundur og sett djúp arr í sál og likam. Tað ónda fær tárini av renna í deyða og ræðuleika. Óttin stendur sjónligur í andlitinum á grátandi kvinnum og ræðsluslignum børnum.

Eri umvendur og avnokti djevulin og allar gerningar hansara. Avnokti oyðandi verk hins ónda sum herur í stórum landi, sum einmans herur í hjarta mínum og hjørtum manna.

Takki Guði fyri, at fólk eru sett í frælsi at tæna neyðstøddum. Prísi Harranum fyri mína umvending, fólksins umvending og umvendingina í tí politisku skipanini.

Friðurin, ljósið og hitin eru komin við Jesusi Kristi. Amen.

Orðið: ”Vík frá tí illa og ger tað góða, søk frið og stunda eftir friði!” (Sálmur 34,15).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo